Búmerkið hjá felagnum
09. sep. 2025

Nýggjur flatmaðkur fyri Føroyar .

Í summar bleiv ein maðkur avmyndaður í einum urtagarði í Leirvík. Maðkurin var um 4 cm til longdar, ljóst brúnur, nakað slímutur, og hevði runt skap, líkt tí hjá reyðmaðkinum. Við fyrsta eygnabráð, vildu tey flestu tí hildið at talan var um ein heldur bleikan reyðmaðk.

Eftir nærmari gransking á Biofar, varð funnið fram til at talan er um flatmaðkin Microplana scharffi.

Váttað er frá serfrøðingi í Spaniu at talan helst er um hetta slagið. Fyri endaliga at kunna staðfesta hetta, krevst at hendur fast á einum maðki, tí tað er neyðugt at skera hann upp, og hyggja nærri eftir invortis gøgnum hjá dýrinum.

Um slagið Microplana scharffi kann nevnast, at hann helst upprunaliga stavar frá Bretlandi, og síðan hevur spjatt seg til nógv onnur lond. Hann er m.a. funnin í Belgia, Bulgaria, Írlandi, Italia, Medeira og Turkalandi. Møguliga hevur hann eisini spjatt seg til Ruslands, Spania og norður Amerika.

Kanningar vísa at høvuðsføðin hjá hesum flatmaðkinum er hagareyðmaðkurin (Lumbricus rubellus) og m.a. sniglar. Hagamaðkurin er okkara kompostmaðkur, og finnst t. d.  í stórum tali í kompost og øðrum tøðum.

Eitt serstakt eyðkenni við hesum flatmaðkinum er, at liturin á kroppinum samsvarar við litin á føðini, sum hann hevur etið. Er hann ljósareyður, er tað tí hann hevur etið reyðmaðk, um hann er gulligur ella brúnligur, er tað tí hann eitt nú hevur etið sniglar.

Óvist er, hvussu og nær hesin flatmaðkurin er komin til Føroya. Heldur ikki vita vit hvussu vanligur hann er, ella hvar hann finst í landinum. Tíðin vil vísa, hvussu hann fer at ávirka okkara djórasamfelag, sum hann nú er vorðin partur av. Okkara reyðmaðkar eru longu undir stórum trýsti av væl kenda innslødda flatmaðkinum Arthurdendyus triangulatus. Við hesum nýggja flatmaðkinum fær reyðmaðkurin ein fígginda afturat. Samstundis fær okkara ’gamli’ flatmaðkur ein kappingarneyta. Eisini fær morsnigilin ein fígginda. Livst so spyrst.

At enda, ein áheitan til tann, sum kemur fram á nýggja flatmaðkin, at seta seg í samband við Biofar (jogvanf@biofar.fo) ella landdjóradeildina á Tjóðsavninum (agnes@savn.fo).

Fleiri myndir.