17. aug. 2025
Fyrsta skráseting fyri Føroyar á lágum dýpi av Acesta excavata.
Biofar hevur fingið eina spennandi skel inn, ið er innsavnað í grótkastinum í Norðagøtu 12.08.2025 (innsavnari: Búgvi Mikladal).
Skelin Acesta excavata (J. C. Fabricius, 1779) hevur bert fimm skrásetingar fyri Føroyar (Tjóðsavnið), ið allar eru frá landgrunninum og í landgrundshellingini eystan fyri Føroyar á 252-285 m dýpi.
Vanliga sita hesa skelirnar fastar við byssus-tráðum á hørðum substrati, og úti á landgrunninum finnast tær í samband við korallir og kunnu gerast upp í 20 cm.
Tær eru eisini at finna á gróti inni á firðum á lægri dýpi, sum í hesum føri, og er hetta fyrsta skráseting fyri Føroyar á so lágum dýpi (uml. 10-15 m dýpi).